Í Íslandi er fótbóltsalmenningurin skelkaður í kvøld aftaná 0-6 tapið ímóti Sveis á útivølli í Nations League kappingini. Fyri fyrstu ferð í mong ár hevur íslendska manslandsliðið í fótbólti verið fyri stórtapi, og Morgunblaðið ger nú upp átta tey størstu tapini hjá íslendska fótbóltslandsliðnum.
1967: 2-14 ímóti Danmark í Ítróttarparkini í Keypmannahavn (venjingardystur)
1957: 0-8 ímóti Fraklandi í Nantes (HM-undankapping)
1973: 1-8 ímóti Niðurlondum í Deventer (HM-undankapping)
1996: 1-7 ímóti Slovenia í venjingarkapping á Malta.
1963: 0-6 ímóti Bretlandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík (Olympisk undankapping)
1987: 0-6 ímóti DDR á Laugardalsvøllinum í Reykjavík (EM-undankapping)
2001: 0-6 ímóti Danmark í Parkini í Keypmannahavn (HM-undankapping)
2018: 0-6 ímóti Sveis í St. Gallen (Nations League)
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini Sveis skoraði ímóti Íslandi í 6-0 sigrinum í Nations League dystinum í St. Gallen.
Týskvøldið klokkan 19.45 spælir Ísland Nations League dyst ímóti HM-bronsu vinnarunum, Belgia á Laugardalsvøllinum, har kravið er, at heimaliðið reisir seg aftaná eyðmýkjandi tapið ímóti Sveis.
Nýggi íslendski landsliðsvenjarin, Erik Hamrén hevur átikið sær alla skuldina fyri tapið, og hann hevur borið fram eina umbering til mongu íslendsku landsliðsfjeppararnar.