VIDEO: Málini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

(Video) Liðini hjá Adriani Justinussen og Mattias H. Lamhauge, Hillerød og Fredericia stóðu fyri góðum avrikum í torførum útidystum

Fyrsta umfarið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eftir vetrarsteðgin er leikt, og stóðu bæði føroyingaliðini seg væl.

 

Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød leiktu javnt 4-4 á útivølli móti Vendsyssel FF. Adrian legði Hillerød á odda 3-2. Dagsins leikari hjá Hillerød var gamli B36 og HB-leikarin, Sebastian Pingel sum skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál.

 

Mattias H. Lamhauge helt málið hjá Fredericia reint í útidystinum í Hobro, sum Fredericia vann 2-0. Fredericia Dagblad skrivaði, at Mattias stóð seg væl í dystinum.

 

HER  ber til at síggja málini sum vóru skotin í hesum umfarinum. Málini hjá Hillerød eru fremst í videobrotinum, og málini hjá Fredericia eru síðst í videobrotinum. 

 

Fredericia er triðfremst í deildini við 33 stigum, og Hillerød er nummar sjey við 24 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld hevur Hillerød heimadyst móti Helsingør, ið liggur næstaftast í deildini. Sama kvøld tekur Fredericia móti gamla stórliðnum, AaB á heimavølli.