TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í okkara undanbólki millum Portugal og Andorra, sum heimaliðið vann 6-0 aftaná 3-0 leiðslu í steðginum. Fyri Portugal hevði tað týdning at koma í gongd aftur aftaná 0-2 tapið ímóti Sveis í tí fyrsta dystinum.
Cristiano Ronaldo skeyt ikki færri enn fýra mál ímóti liðnum úr lítla fullveldinum, sum liggur millum Frakland og Spania. Andorra liggur, sum nummar 193 á FIFA styrkislistanum, og hevði ikki nakað at koma við. Haraftrat blivu tveir spælarar hjá Andorra vístir av vølli fyri at vísa harðligt spæl ímóti Cristiano Ronaldo.
Næsta ár hevur føroyska landsliðið tveir HM-undankappingardystir ímóti Andorra, sum verjir hart og kontant.
Mánakvøldið spælir føroyska fótbóltslandsliðið HM-undankappingardyst ímóti Portugal á Tórsvølli.
Tað er rásin SPORT HD 1, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.