Stór øsing hevur tikið seg upp í Meksiko um, at argentinska heimsstjørnan, Lionel Messi hevur traðkað á eina meksikanska landsliðstroyggju.
Tá Argentina í øðrum bólkaspælsdystinum hevði vunnið 2-0 á Meksiko býtti Messi troyggju við Andres Guardado aftaná dystin.
Eftir hetta fór Messi inn í umklæðingarrúmið fyri at feira sigurin saman við liðfeløgunum. Á einum videobrotið sum er farið í umfar kring heimin sæst Messi traðka á eina meksikanska landsliðstroyggju, ið liggur á gólvinum.
Hetta er fallið mongum meksikanarum fyri bróstið: - Sóu tit hvussu Messi sópaði gólvið við okkara landsliðstroyggju og við okkara flaggi. Messi eigur at biða til Gud, at eg ikki fái fatur í honum. Júst sum eg virði Argentina má Messi virða Meksiko, skrivaði meksikanski nevaleikarin, Santos Saúl Álvarez, betri kendur sum ”Canelo” á Twitter aftaná dystin millum Argentina og Meksiko.
Messi hevur roynt at staðfesta yvirfyri meksikanarum, at talan var ikki tilætlað at vísa meksikansku landsliðstroyggjuni vanvirðing. Messi helt ikki, at tørvar var á einari umbering frá honum, tí hann hevði ikki víst vanvirðing móti meksikanska fólkinum ella meksikansku landsliðstroyggjuni. Hetta sisaði eisini nevaleikaran, Canelo, men kortini eru tað fólk í Meksiko sum framvegis eru óð inn á Messi.
Maria Clemente Garcia Moreno, ið situr í meksikansa tinginum hevur heitt á meksikanska uttanríkisráðið um at gera Messi til ein "Persona Non Grata", og harvið forða Messi at vitja Meksiko aftur orsaka av hendingini við meksikansku landsliðstroyggjuni.
Í annaðkvøld klokkan 19 spælir Argentina HM-fjórðingsfinalu móti Niðurlondum.
HER sæst hendingin har Messi traðkar á meksikansku landsliðstroyggjuna í umklæðingarrúminum:
##med2##