Í vetur settu menn sær fyri at fáa lív aftur í Klaksvíkar Manskór, sum hevur ligið í dvala í 25 ár.
Tað gekk strilti at byrja við at fáa nokk av monnum at syngja, so veturin er farin til at rekruttera menn, og korona órógvaði eisini fyri ein part. Nakrir av monnunum eru frá gamla kórinum, og fleiri eru nýggir og púra óroyndir innan kórsang.
Men nú er gongd komin á, og mikukvøldið 6. apríl hevði nýendurstovnaða manskórið frumframførslu. Á skránni var millum annað forkunnugur ukrainskur sangur, sum varð sungin á ukrainskum.
Kórleiðarin, Daniel Rye, hugsaði at syngja onkran ukrainskan sang, sum er útsettur fyri manskór fyri at vísa samhuga. Hann fann ein sang, og so var næsta avbjóðingin at fáa onkran at læra mennininar at úttala orðini. Manskórið fekk Olgu Loburak, sum er slektað úr Ukraina og býr í Klaksvík, at leggja lag á at úttala orðini og greiddi frá, at sangurin er ein kærleikssangur um tvey, sum ikki hava møguleika at vera saman, tí fíggindar í grannalagnum ikki vilja, at tey eru saman.
Høvið verður aftur at hoyra Klaksvíkar manskór framføra 1. mai á Skúlatrøð, tá ið Kvøldskúlaframsýningin verður. Kórið er skipað undir Klaksvíkar kvøldskúla.
Her ber til síggja og hoyra framførslu av ukrainska sanginum:
##med2##











