Næsta vikuskiftið er Norðurlandahúsið karmur um ein serstakan sjónleik, sum bert verður sýndur í tveir dagar. Sjónleikurin er svenskur og eitur Scener ur ett äktenskap. Hann hevur fingið framúr ummæli í londunum kring okkum.
- Tey hava verið gift í 10 ár. Tvey børn, summarhús og sunnudagsdøgurða. Tey hava verið gift í 20 ár. Tey hava verið gift í 30 ár. Eva Dahlman och Lehna Edwall hava saman skapt fleiri verk, hálovað bæði av áskoðarum og ummælarum. Nú eiga hjúnarbandið og kærleikin tørn. Framførslan er ein tillaging av kendu sjónvarpsrøðini hjá Ingmar Bergman frá 1973. Hon snýr seg um vald og máttloysi. Látur. Tár. Kærleika, vinarlag og sex, skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðuni.
Tað eru seks sjónleikarar. Seks tættir úr einum hjúnabandi. Og dreymurin úr lívlangan kærleika.
Fleir av leikarunum eru kendir úr sjónvarpsrøðum so sum Bron/Broen (Dag Malmberg), Fjällbackamorden (Eva Fritjofson) og Rederiet (Mikaela Ramel).