VIDEO: Loksins skoraði John fyri Amstetten aftur

(Video) John Frederiksen skoraði fyri fyrstu ferð fyri Amstetten í nærum hálvanfjórða mánað

Tað hevur gingið væl hjá liðnum hjá føroyska áleyparanum, SKU Amstetten í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini. Amstetten er triðfremst við 30 stigum fyri 15 dystir. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Lustenau.

 

Men tað hevur tíverri ikki gingið væl við málskjótingini hjá John Frederiksen, ið undan dystinum á heimavølli í kvøld móti Rapid Wien 2 ikki hevði skorað fyri Amstetten síðani 6. august.

 

Amstetten var á odda 3-2 í kvøld tá John kom á vøllin, og tveir minuttir seinni skoraði hann eitt hegnisligt mál tá hann fintaði ein verjuspælara hjá Rapid Wien 2 áðrenn hann beindi bóltin í málið. Týðiligt var, at málið var ógvuliga kærkomið hjá John, ið ikki fekk landsliðsboð seinast.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Amstetten útidyst móti Floridsdorfer, ið liggur tvey stig aftanfyri Amstetten.

 

HER   ber til at síggja málini frá dystinum SKU Amstetten-Rapid Wien 2 5-2 (1-2)