VIDEO: Jóan Símun hevur funnið seg til rættis í Beveren

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við Jóan Símun Edmundsson um fyrstu tíðini í Waasland Beveren

Í dag fekk Jóan Símun Edmundsson 83 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Waasland Beveren í dysti í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini vann stórsigur 4-0 á Mouscron á útivølli. Í steðginum var Waasland Beveren á odda 2-0. Jóan Símun hevur enn sítt fyrsta mál til góðar. 

 

Waasland Beveren liggur næstfremst í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir, eitt stig aftanfyri Westerlo.

 

Sunnudagin 12. september - aftaná landsliðssteðgin - tekur Waasland Beveren ímóti júst Westerlo. 

 

Í samrøðu við YouTube rásina hjá Waasland Beveren sigur Jóan Símun Edmundsson, at hann hevur funnið seg væl til rættis í Beveren, men enn er nógv eftir hjá liðnum at fáa uppá pláss viðvíkjandi tí fótbóltsliga.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna við Jóan Símun:

 

##med2##