Tað var føroyingauppgerð í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, tá Fremad Amager á leikvøllinum í Sundby tók ímóti Vejle.
Heini Vatnsdal byrjaði inni fyri Fremad Amager, og Viljormur Davidsen byrjaði inni fyri Vejle. Talan var um fyrsta dystin í hesum kappingarárinum.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Vejle kom á odda beint áðrenn steðgin. Seinastu 10 minuttirnar komu trý mál. Fremad Amager kom á sigurskós, men heilt móti dystarenda megnaði Vejle at bjarga einum javnleiki.
Fremad Amager – Vejle 2-2 (0-1)
44. 0-1 Nicolas Gianini Dantas
81. 1-1 Réda Rabeï
85. 2-1 Lukas Engel
90. 2-2 Kjartan Finnbogason
Komandi sunnudag tekur Vejle móti Nykøbing FC. Fremad Amager spælir útidyst móti Vendsyssel FF.
HER ber til at síggja málini, ið komu í dystinum.