Video: Ikki von við at fáa viðurkenning

- Eg varð púra ovfarin, tá ið Rigmor ringdi, sigur Barbara í Gongini.

Tá tú roynir at bróta upp úr nýggjum er tað oftast so, at tú møtir meira mótstøðu enn nakað. Tað er ein veruleiki, sum Barbara í Gongini sigur seg kenna til. At fáa viðurkenning er ikki nakað, sum hon er von við. 

 

 

Og tí varð hon tikin á bóli, tá ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum ringdi til hennara og boðaði frá, at hon fór at vinna Mentanarvirðisløn Landsins. 

 

 

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu, sum Mildrið Jacobsen, journalistur, gjørdi við Barbaru í Gongini í gjárkvøldið, beint eftir virðislønahandanina.