Í 1970 lat Clarion Casino Hotel í Las Vegas upp, men í dag var punktum sett fyri hotellinum, tá ið tað var javnað við jørðina.
Orsøkin var, at gistingarhúsið var mett ótíðarhóskandi, og tí má tað víkja fyri einum nýggjum og meira nútímans bygningi.
2000 kilo av spreingievni vórðu brúkt, tá ið hotellið, sum var í 12. hæddum, varð felt.
Clarion hotellið er tað 13. hotellið í Las Vegas, sum síðani 1993 má víkja fyri nýggjum hotellum.
Við at trýsta í pílin omanfyri ber til at síggja video frá hendingini í dag.