Útsetta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið í gjár millum B68 og ÍF bleiv bæði hendingarík og spennandi. B68 vann 4-3 og tað stendur ikki til at broyta, men í Fuglafirði kundu tey ynskt sær eitt brotsspark í evstu løtu.
Les eisini: (Video) Soleiðis kom B68 í hálvfinaluna
Móti endanum av dystinum trýstir íF fyri at fáa útjavnandi málið, tá bólturin kemur í hondina á verjuspælara hjá B68. Ransin N. Djurhuus bríkslar ikki fyri brotssparki. Tað er venjarin hjá ÍF ikki samdur í.
Les eisini: Jann Ingi: Alt kann henda í hálvfinaluni
- Eg haldi har kann dømast brotsspark. Bólturin kemur fyrst í aðra hondina og so hina. Tað fyrra er eitt refleks, men síðani førir hann bóltin víðari seinnu ferðina. Tá haldi eg, at tað kundi verið bríkslað fyri brotssparki, sigur Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF.
Les eisini: B68 í hálvfinaluni
Grundsteinurin undir ósigrinum hjá ÍF kom í tíggju hendingaríkum minuttum miðskeiðis í fyrra hávleiki, tá B68 kom á odda 3-1.
- Málini eru ov løtt. Tað fyrsta er sjálvmál og tað næsta ein returur, sigur Albert Ellefsen, sum iðrar seg um tað mótbrekkan blívur ov brøtt upp á so stutt tíð.
- Eg haldi, at vit eru omaná allan seinna hálvleik og fyri ein stóran part sær tað gott út, men so gevast vit at spæla gjøgnum síðurnar. Tá fær B68 so málið til 4-2 og tað avgerð næstan dystin, sigur venjarin hjá ÍF.
Hóast ÍF er úti av steypakappingini, so er Albert ikki bara keddur um støðuna.
- Eg gráti við krokodillutárum, tí tað blívur eisini strævið við tveimum hálvfinalum í juni, umframt at vit skulu spæla Europa League í juli, sigur Albert Ellefsen at enda.
So er spurningurin, bleiv ÍF snýtt fyri brotsspark? Sí støðuna í videobrotinum við at trýsta á pílin á myndini