Brandur Hendriksson Olsen hevur síðani á nýggjárinum verið í Helsingborg. Tað letur til, at hann av álvara hevur fingið fatur í rætta endanum. Um vikuskiftið var hann millum teir fyrstu ellivu, tá ið Helsingborg spældi venjingardyst á útivølli ímóti sigursvanda IFK Göteborg, og Brandur var á miðvøllinum allan dystin á tamb.
##med2##
Úrslitið var 2-2, og tað var Brandur Hendriksson Olsen, sum níggju minuttir undan leikloki javnaði til 2-2. Tað gjørdi hann við høvdinum, eftir at bólturin varð lagdur innfyri.
Tað eru knappir tveir mánaðir, inntil fyrsti føroyingurin fer at royna seg í svensku landskappingini. Sunnudagin 5. apríl fer Helsingborg IF í fyrsta umfari í 2020 landskappingini at spæla á heimavølli ímóti Varbergs BoIS FC.