VIDEO: Hallur skoraði vakurt langsskotsmál fyri Vejle

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Randers FC-Vejle 4-1 (1-1)

Mynd: Vejle Boldklub

Mynd: Vejle Boldklub

Tað var eingin serligur dagur hjá Vejle, ið hevði Hall Hansson við á liðnum frá byrjan tá Vejle tapti 1-4 fyri Randers FC á útivølli.

 

Ein glotti var tó, og tað var tá Hallur Hansson beint undan steðginum javnaði til 1-1 við einum framúr góðum langskoti úr 18 metra fjarstøðu.

 

Men í seinna hálvleiki var Randers FC greitt omaná.

 

Randers FC – Vejle 4-1 (1-1)

37. 1-0 Alhaji Kamara

45. 1-1 Hallur Hansson

48. 2-1 Alhaji Kamara

50. 3-1 Jakob Ankersen

65. 4-1 Simon Piesinger

 

Vejle liggur framvegis aftast í donsku superliguni við átta stigum, eitt stig aftanfyri SønderjyskE. 

 

Mánakvøldið 29. november tekur Vejle móti oddaliðnum, FC Midtjyllandi á heimavølli. 

 

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum í Randers. Njótið framúr vakra málið hjá Halli: 

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Vejle Boldklub

Mynd: Vejle Boldklub