VIDEO: Hallur og Jens Berthel fingu aftur stig

(Video) Fjórða dystin á rað fekk AC Horsens stig. Í dag megnaði AC Horsens javnleik 2-2 á útivølli móti FC Nordsjællandi

Aftaná eina treka byrjan við trimum tapum í trimum teimum fyrstu dystunum í superliguni í hesum árinum hevur AC Horsens fingið meir undanvind, og í dag fekk liðið stig fjórða dystin á rað.

Hallur Hansson var liðskipari hjá AC Horsens til 78 minuttir vóru farnir av dystinum, og Jens Berthel Askou tók hann av vøllinum.

Dysturin endaði við javnleiki 2-2, og lokala blaðið Horsens Folkeblad staðfestir eitt gott avrik hjá Halli og liðfeløgunum. 

FC Nordsjælland-AC Horsens 2-2 (1-1)

0-1 Louka Prip (18.)

1-1 Magnus Kofoed (27.)

2-1 Ibrahim Sadiq (46.)

2-2 Jonas Thorsen (69.)

Komandi sunnudag spælir AC Horsens útidyst móti SønderjyskE í Haderslev.

AC Horsens er aftast í superliguni við 12 stig

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FC Nordsjælland og AC Horsens: 

##med2##

 

NRLiðdystirstig
1
Brøndby 
2041
2
FC Midtjylland
2039
3
AGF
2036
4FCK2034
5
Randers FC
2028
6
OB
1925
7
SønderjyskE
1925
8
FC Nordsjælland
2023
9
AaB
1922
10
Vejle 
1921
11
Lyngby 
2017
12
AC Horsens
2012