VIDEO: Hallur gjørdist sigursmálskjútti hjá Horsens

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-AaB 1-0 (0-0)

Hallur Hansson var liðskipari hjá AC Horsens seinnapartin í dag, tá lið hansara við 1-0 sigri á AaB á CASA leikvøllinum í Horsens. Hallur Hansson skoraði sigursmálið tá ein stórur tími var farin av dystinum tá hann fangaði ein returbólt og meddaði bóltin í netið.

Við sigrinum hevur AC Horsens 11 stig upp til OB á triðaftasta plássinum, og tað eru bara 15 stig sum AC Horsens kann vinna í fimm teimum seinastu dystunum, men teir í AC Horsens fara at stríðast fyri sínum lítla møguleika at sleppa undan niðurflyting.

AC Horsens – AaB 1-0 (0-0)
1-0 Hallur Hansson (61.)

Suðuri í Haderslev fekk Viljormur Davidsen eitt korter av spælitíð tá lið hansara, Vejle tapti 0-1 fyri SønderjyskE. 

Vejle liggur tó rættiliga væl fyri í niðurflytingarbólkinum. Teir eru sjey stig frammanfyri Lyngby á næstaftasta plássinum, men vinnur Lyngby á OB í Odense seinni í dag eru bara fýra stig á muni.

Fríggjadagin - Dýra Biðidag - møtast AC Horsens og Vejle á CASA leikvøllinum í Horsens. 

Støðan í niðurflytingarbólkinum:

NrLið:DystirVJTMál skoraðMál ímótiMálmunurStig
1AaB279993338-536
2SønderjyskE27105123739-235
3Vejle2788113039-932
4OB2679102934-530
5Lyngby2667133047-1725
6AC Horsens2747162146-2519

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og AaB:

##med2##