TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í EM-millumbólki 1 millum Svøríki og Noreg, sum Noreg vann 28-25 (12-11).
Upptøkurnar eru frá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.
Tá blivu tó svenskarar sum kundu fegnast tá samanum kom. Frakland vann á Kroatia, og tað sendi Svøríki víðari til hálvfinaluna har grannauppgerð verður ímóti Danmark. Dysturin verður fríggjakvøldið klokkan 19.30.
Frakland og Spania spæla hina hálvfinaluna klokkan 17 fríggjadagin.