Video: Óguvsligur túrur á byrgingini í Haraldsundi

Soleiðis sær tað út, um tú koyrir um byrgingina á Haraldsundi í illveðrinum í dag

Kristian Johannesen sendi in.fo hetta videobrot fyri løtu síðani, sum vísir, hvussu tað er at koyra um byrgingina um Haraldsund í illveðrinum í dag. 

 

 


Landsverk hevur annars stongd vegin, tí tað er ótrygt, tí steinar verða sendir upp á vegin í storminum. Trýst á pílin fyri at síggja videobrotið frá túrinum tvørturum byrgingina.