Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH høvdu ein góðan møguleika at nærkast fjórða plássinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, ið hevði givið rætt til at taka lut í Europa Conference League undankappingini komandi summar. tá teir ígjár tóku móti HK á heimavølli.
Men talan gjørdist um eitt súrt kvøld hjá FH, ið mátti lúta 2-4 fyri HK sum er at finna undir niðurflytingarstrikuni. Í steðginum var HK á odda 3-2.
FH hevur 18 stig á sætta plássið. Nú hevur FH átta stig upp til KA, ið liggur á fjórða plássið.
Valur vann uttan at hava nakran føroying í hópinum. Valur vann á heimavølli 1-0 á KR, og liggur á odda við 33 stigum, fýra stig frammanfyri Víking.
Sunnudagin spælir FH móti KR á útivølli.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum millum FH og HK: https://www.visir.is/k/cef745da-36ec-49d6-8ec2-a2df1a2aab31-1628150837428
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/cef745da-36ec-49d6-8ec2-a2df1a2aab31-1628150837428" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>