Í fyrru helvt vóru Gilli Rólantsson og liðfelagarnir í Brann Bergen á meistarakós, men teir steðgaðu upp miðskeiðis í kappingarárinum, og tað gav Rosenborg høvið at leggja seg á odda, og liðið úr Tróndheimi helt fast við oddasessin og tryggjaði sær meistaraheitið í næstseinasta umfarið.
Men tað endaði heilt væl hjá Brann Bergen við bronsuheiðursmerkjum, og hartil einum plássi í Europa League undankappingini komandi summar.
Ígjár tók Brann Bergen ímóti Odd á Brann leikvøllinum í Bergen. Gilli Rólantsson var við frá byrjan og spældi allan dystin. Brann Bergen vann 1-0 við einum máli sum Daouda Bamba skoraði longu tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Endaliga støðan:
1
30
27
64
2
30
27
59
3
30
14
58
4
30
12
53
5
30
5
46
6
30
-5
42
7
30
-7
42
8
30
7
41
9
30
1
40
10
30
-7
36
11
30
-3
32
12
30
-10
32
13
30
-2
31
14
30
-13
29
15
30
-24
29
16
30
-22
23