Mikkjal Thomassen fekk eina góða byrjan, sum høvuðsvenjari hjá Fredrikstad í sínum fyrsta kappingardysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Fredrikstad vann á útivølli ein rimmar 1-0 sigur á Kristiansand, ið saman við Start Kristiansund er millum fremstu favorittarnar hjá veddingarfyritøkunum at vinna næstbestu norsku fótbóltsdeildina.
Håvard Aasheim skoraði sigursmálið fyri Fredrikstad við einum dundurskoti tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Við Fredrikstad Blad sigur Mikkjal, at talan er um ein deiligan sigur, ið fer at fáa hini liðini at lyfta eygnabrýrnar.
Jóannes Bjartalíð var ikki við á liðnum hjá Fredrikstad í dag, men væntað verður, at hann er á gáttini til at vera klárur at tørna út fyri Fredrikstad.
Komandi leygardag tekur liðið hjá Mikkjali móti Moss á heimavølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kristiansund-Fredrikstad 0-1 (0-0) :











