Næstseinasta umfarið í millumbólki 1 í EM-endaspælinum í kvinnuhondbólti, sum er í Svøríki í hesum døgum var avgreitt í dag.
Illa gekst í hond hjá vertstjóðini, Svøríki. Svøríki tapti 19-21 (10-12) ímóti Fraklandi, og hevur nú mist møguleikan at vinna seg í hálvfinaluna. Jamina Roberts gjørdust toppskjútti hjá Svøríki við fimm málum. Estelle Minko gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum.
Týskland misti eitt týðandi stig í kappingini við Niðurlond og Frakland at røkka hálvfinalunum, tá tær týsku kvinnurnar spældu javnleik 20-20 ímóti Spania. Í steðginum var Spania á odda 12-9. Nerea Pena gjørdist toppskútti hjá Spania við sjey málum. Toppskjútti hjá Týsklandi var Anne Hubinger við fimm málum.
Tað gongur, sum eftir ánni hjá Niðurlondum, sum nú hava vunnið fýra dystir á rað. Í dag vunnu Niðurlond sannførandi 35-27 (17-12) á Serbia. Lois Abbingh og Yvette Broch gjørdist toppskjúttar hjá Niðurlondum við seks málum hvør. Jovan Stoiljkovic gjørdist toppskjútti hjá Serbia við átta málum.
Niðurlond og Frakland hava seks stig hvør. Týskland hevur fimm stig. Svøríki og Serbia hava trý stig hvør, og aftast er Spania við einum stigi. Øll liðini hava leikt fýra dystir.
Mikudagin verður leikt soleiðis Spania-Niðurlond, Svøríki-Týskland og Serbia-Frakland.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj framúr gott strikuspæl hjá niðurlendsku Yvette Broch, som skoraði seks mál frá strikuni av seks møguligum royndum í dystinum ímóti Serbia í dag. Á brotinum her síggjast trý av teimum betru málunum Yvette Broch skoraði ímóti Serbia í dag.