Video: Finnur kom í góðar støður

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Næstved-Fremad Amager 1-1 (1-1) her

Finnur Justinussen fekk ein tíma á vøllinum, tá lið hansara í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Fremad Amager vitjaði Næstved á útivølli. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Tíðliga í dystinum kundi Finnur Justinussen havt lagt Fremad Amager á odda 1-0, tá eitt innlegg kom inn í brotsteigin hjá Næstved, men tíverri fekk Finnur ikki krilluna á bóltin. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Næstved og Fremad Amager.

 

Fremad Amager er nummar fýra í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 33 stigum. Trý stig eru upp til triðja plássið, sum gevur rætt til at spæla play off dystir um rættin at spæla í superliguni komandi kappingarár.

 

Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur framleitt hæddarpunktini.