Allar konsertir og øll tiltøk í landinum eru avlýst orsakað av covid-19. Men coronasmittan skal ikki forða føroyingum í at hoyra góðan tónleik, halda nakrir tónleikarar, sum seinastu dagarnar hava havt heimakonsertir á Facebook.
Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann hava gjørt tað til fastan tátt, at hava corona-konsert hvørt kvøld. Tey bæði hava sungið ein sang hvørt kvøld - hoyr tey her syngja og spæla "SOS" hjá svenska bólkinum ABBA:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fheidrik%2Fvideos%2F1891608370982737%2F&show_text=0&width=267" width="267" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>
Ólavur á Váli Olsen hevur higartil lagt tveir sangir út, har hann heitir á okkum øll um at ansa uppá okkum sjálvi og hvønn annan. Her syngur hann lagið "Barnaár", sum hann gav út í 2017:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Folavuravaliolsen%2Fvideos%2F10215158458986084%2F&show_text=0&width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>
Svein í Prestgarði hevur sungið live tvey tey seinastu kvøldini, og hann hevur valt at kalla hetta fyri "Sóttarløtan". Tú kanst síggja Sóttarløtuna frá í gjárkvøldið her:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fsvein.petersen.1%2Fvideos%2F10221843625749676%2F&show_text=0&width=267" width="267" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>
Ein annar royndur countrysangari er Magni Christiansen, og hann plagar javnan at senda live á Facebook, meðan hann syngur og spælir. Hann sigur í nýggjasta videobrotinum, at hetta verður gjørt fyri at fáa fólk at hugna sær og lurta eftir tónleiki í staðin fyri at hugsa um koronavirus. Hoyr Magna Christiansen syngja her:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2F518595375224180%2Fvideos%2F1591791687637715%2F&show_text=0&width=267" width="267" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>
Ein annar, sum hevur havt eina konsert á Facebook, er Haleluja-Sofus. Hoyr Sofus syngja "Mítt hjarta veit" her:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fsofus.hansen.10%2Fvideos%2F10218870476086683%2F&show_text=0&width=269" width="269" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>
Eisini Dánial Gomez Gudjonsson og Bjarki Hansen hava tikið eitt videobrot upp, har teir syngja. Teir syngja sangin "Eyðstein" hjá Terja og Føstufressum. Hoyr Dánial og Bjarka her:
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fbjarki.hansen%2Fvideos%2F3112302475447130%2F&show_text=0&width=267" width="267" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>










