VIDEO: Málini í dystinum Estland U17 - Føroyar U17 7-2 (2-0)

(Video) Síggj tey níggju málini sum komu í U17 landsdystinum millum Estland og Føroyar

Mynd: FSF

Mynd: FSF

Føroyska U17 landsliðið hjá monnum tapti ígjár 2-7 fyri Estlandi. 

 

Heimasíðan hjá FSF skrivar soleiðis um dystin: - Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum týsdagin spældi fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Estlandi.

 

Luttakandi londini eru Føroyar, Kasakstan, Ný Kaledónia og Estland, sum var fyrsta mótstøðuliðið hjá okkara dreingjum. Og úrslitið gjørdist ein tryggur 7-2 sigur til estlendsku vertirnar, sum vóru á odda 2-0 í steðginum.

 

Málskjúttar hjá Føroyum vóru Bartal Páll Klein og Thomas Bjørn Miezan.

 

Næsta umfar í kappingini er hósdagin. Tá møtast Føroyar og Ný Kaledónia, og Kasakstan og Estlandi.

 

HER  ber til at síggja málini sum komu í dystinum: 

 

##med2##

 

Mynd: FSF

Mynd: FSF