Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers taptu í kvøld 1-2 fyri Shelbourne á útivølli í bestu írsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Sigursmálið hjá Shelbourne var eitt púra ørt sjálvmál, ið verjuleikarin hjá Sligo, John Mahon má taka høvuðsábyrgdina av.
Tá 58 minuttir vóru farnir av dystinum tók John Mahon við eina púra vandaleysa støðu væl uttanfyri brotsteigin eina skeiva avgerð. Hann meinti at stúta bóltin aftur til málverjan, Luke McNicholas, men hann stútaði bóltin framvið McNicholas og í egið net. Um írar velja ársins sjálvmál verður hetta málið ein greiður vinnari.
Danny Lafferty legði annars Sligo Rovers á odda tá 36 minuttir vóru farnir av dystinum, men innanfyri seks minuttir misti Sligo alt á gólvið. Tá 52 minuttir vóru farnir javnaði Shelbourne til 1-1, og seks minuttir seinni gjørdi John Mahon tað umtalaða sjálvmálið.
Stefan byrjaði ikki inni fyri Sligo í kvøld, men tá áleyparin, Bogdan Vastsuk fór út við skaða tá bert fimm minuttir vóru leiktir fór hann út við skaða, og Stefan kom tá á vøllin. Stutt aftaná hann var komin á vøllin brendi Stefan ein stóran málmøguleika.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, har síggjast eisini onkrar støður við Stefani:
##med2##











