Video: Danmark tapti bronsudystin ímóti Fraklandi

(Video) Síggj Siraba Dembele skora eitt framúr vakurt mál fyri Frakland í 25-22 sigrinum ímóti Danmark

Danska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk einki heiðursmerki á hesum sinni.

 

Í dag var EM-bronsufinalan millum Danmark og Frakland í Scandinavium høllini í Gøteborg í Svøríki. Frakland vann dystin 25-22. Ì steðginum var Frakland á odda 14-9. Danmark fekk eina ringa byrjan. Ta einu løtuna var Frakland á odda við seks málum. Í seinna hálvleiki sá væl betri út hjá Danmark, men Danmark var ongantíð á odda í dystinum. Onkuntíð var bert eitt mál á muni, men nærri komu donsku kvinnurnar ikki.

 

Stine Jørgensen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við seks málum. Stine Jørgensen er EM-toppskjútti við 47 málum. Estelle Nze Minko gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við fimm málum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Siraba Dembele skora eitt framúr vakurt mál fyri Frakland í 25-22 sigrinum ímóti Danmark fyrr í dag.