TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj eitt videobrot, sum Fanaposten í Bergen í Noregi hevur lagt út.
Fana er ein av forstøðunum til Bergen, og har á leiðum hevur ódnin "Urd" veruliga gjørt um seg í dag.
Nógvir skaðar eru fráboðaðir í Noregi, sum eru voldir av "Urd". Norskir miðlar hava nógvar myndir og nógv videobrot liggjandi úti á teirra heimasíðum, sum vísa hvussu "Urd" leikar í, nú hon herjar í Noregi.