VIDEO: Brandur og liðfelagarnir vunnu týðandi sigur

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Djurgården 3-1 (0-0)

Loksins eydnaðist tað hjá Brandi H. Olsen og liðfeløgunum í Helsingborg at vinna ein dyst í Allsvenskuni aftur.

Seinnapartin var Brandur við frá byrjan, tá Helsingborg á heimavølli vann týðandi 3-1 sigur á Djurgården. Í steðginum var javnleikur 0-0. Djurgården kom á odda tíðliga í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Brandi og liðfeløgunum at venda dystinum. 

Sigurin merkir, at Helsingborg við 16 stigum er bert eitt stig frá at vera røttumegin niðurflytingarstrikuna.

9. september tekur Helsingborg móti Kalmar FF, ið eisini hevur 16 stig.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Helsingborg-Djurgården 3-1 (0-0). Brandur var við í uppspælinum til annað málið hjá Helsingborg: 

##med2##