Brandur H. Olsen og liðfelagarnir í Helsingborg spældu í dag sjeynda javnleikin í 12 dystum í Allsvenskuni.
Í dag kunnu teir í Helsingborg iðra seg um javnleikin teir fingu móti Hammarby.
Helsingborg hevði ein sigur í pottinum, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Gustav Ludwigson hjá Hammarby til javnleik 1-1.
Max Svensson legði Helsingborg á odda 1-0 tá 21 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Danski málverjin hjá Hammarby, Jeppe Andersen fumlaði bóltin í málið. Áðrenn Max Svensson loysti skotið av fekk hann eina góða sending frá Brandi H. Olsen, ið tískil verður skrásettur fyri at gera eitt assist til mál í dystinum.
Helsingborg er næstniðast í Allsvenskuni við 10 stigum. Tó er bara eitt stig upp til 13. plássið, ið er røttumegin niðurflytingarstrikuna. Nummar seks, Varberg hevur 16 stig, so teir í Helsingborg hava ikki so langt upp til sætta plássið.
Komandi mikukvøld hevur Helsingborg torføran dyst á útivølli móti Malmø FF, ið er oddalið. Men talan er um eina grannauppgerð í Skåne í Suðursvøríki, so alt kann henda.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Helsingborg og Hammarby:
##med2##











