Brandur H. Olsen var við frá byrjan, og longu í sjeynda minutti skoraði hann eitt rimmar langsskotsmál og legði Helsingborg á odda 1-0 í heimadystinum móti gamla liðnum hjá Finni Justinussen, Jönköping Södra.
Í seinna hálvleiki økti Helsingborg við tveimum málum og vann harvið 3-0.
Sigurin førir Helsingborg upp á annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til Allsvenskuna sum er besta fótbóltsdeildin í Svøríki. Helsingborg er eitt stig aftanfyri Värnamo sum hevur 40 stig. Helsingborg er tvey stig frammanfyri Trelleborg.
Komandi sunnudag spælir Helsingborg móti Östers á útivølli.
HER ber til at síggja framúr vakra langskotsmálið hjá Brandi og hini hæddarpunktini frá dystinum. Stuttligt at hoyra svensku frásøgufólkini umrøða skotdygdirnar hjá Brandi:
##med2##