Talan er um eitt "Jekyll og Hyde" kappingarár hjá Ara Mohr Jónssyni og liðfeløgunum í Sandnes ULF. Á heimavølli gongur framúr væl, men á útivølli gongur av skriðuni.
Ígjár var Sandnes ULF aftur fyri stórum tapi á útivølli, hesaferð móti Åsane.
Åsane vann 4-1. Í steðginum var støðan 3-0. Sambært heimasíðuni hjá Sandnes ULF hevði Åsane níggju málmøguleikar og Sandnes ULF hevði átta málmøguleikar.
Avgerandi munurin var bara, at Åsane vóru nógv effektivari frammanfyri málinum, og tað gjørdi munin.
Ari Mohr Jónsson fekk 76 minuttir á vøllinum ígjár.
Sandnes eru nummar fimm í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Fýra stig eru upp til Ranheim á øðrum plássi, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina.
Komandi mánadag tekur Sandnes ULF móti Ham-Kam, ið liggur aftast í deildini við bert fýra stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Åsane-Sandnes ULF 4-1 (3-0) :
<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1127816&mediaId=cd2223cda2a04dcc9f71d1dfe1620430&pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>










