VIDEO: Ari og liðfelagarnir taptu stórt í Tromsø

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Tromsø-Sandnes ULF 5-0 (2-0)

Ari Mohr Jónsson var á vøllinum allan dystin, ið Sandnes ULF leikti norðuri í Tromsø ígjár.

Greiða oddaliðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vann stórsigur 5-0. Longu aftaná hálvtíman var Tromsø á odda 2-0, og tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki øktu teir til 3-0.

Tromsø er greitt oddalið í deildini við fullum stigatali, 24 stig fyri átta dystir. Ranheim er nummar tvey við 18 stigum, Sogndal er á triðja plássi við 15 stigum. Sandnes liggur á fjórða plássi við 14 stigum. 

Høvuðsvenjarin hjá Sandnes ULF, Steffen Landro sigur í samrøðu við Rogalands Avis, at um ikki annað kann hann fegnast um, at nógv tann torførasti dysturin hjá Sandnes ULF á útivølli nú er avgreiddur.

Komandi fríggjadag fara Sandnes ULF høvið at reisa seg aftur á heimavølli. Tá kemur Oslo KFUM á vitjan.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Tromsø og Sandnes ULF: 

<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1127816&amp;mediaId=b27d7314a50b44c5bf4d85560300b96f&amp;pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>