Fyrsta HM-undankappingin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, HM-undankappingin til HM-endaspælið í 1994 hevði ikki nógvar glottar. Einki stig kom til høldar, og leingi sá út til, at vit fóru einki mál at skora heldur.
Men flaggdagin fyri júst 30 árum síðani, 25. apríl í 1993 brast fyri nev.
Føroyar spældu móti Kýpros á útivølli í Limassol frammanfyri 4.000 áskoðarum. Støðan var 3-0 til heimaliðið, men so tá 82 minuttir vóru farnir er Uni Arge á blettinum og skorar frá stuttari fjarstøðu í brotsteiginum hjá Kýpros til 3-1, og fyrsta føroyska HM-málið var veruleiki. Seinni skoraði Uni sjey onnur mál fyri landsliðið.
Talan var um einasta málið vit fingu í HM-undankappingini. Samlaða málúrtøkan hjá Føroyum var 1-38. Umframt Føroyar mannaðu Rumenia, Belgia, Wales og Kekkoslovakia bólkin. Talan var um seinastu undankappingina hjá Kekkoslovakia, ið fór sundur í tvey lond, Kekkia og Slovakia. Seinni í 1990-unum vóru vit í undankappingarbólki saman við bæði Slovakia og Kekkia. (Kelda: FaroeSoccer)
Rumenia vann sín bólk í HM-endaspælinum, og teir rukku fjórðingsfinalunum, har teir aftaná ein minniligan dyst taptu fyri Svøríki aftaná brotssparkskapping. Belgia rakk áttandapartsfinalunum í HM-endaspælinum, har teir taptu fyri Týsklandi.
HER ber til at síggja málini í dystinum. Tað er Farerets, ið hevur lagt brotið út á YouTube:
##med2##