Video: 1-0 til KÍ nei eg meini Føroyar

(Video) Frásøgukvinnan hjá KVF gloymdi eina løtu, at hon ikki var til dyst hjá KÍ, tá Føroyar vunnu á Luksemborg

Frásøgukvinnan hjá FSF-varpinum og KVF-stroymingini, Maria Ziskason Nesá er ein góður klaksvíkingur av góðari klaksvíksætt.


Tað fornoktaði seg heldur ikki, tá Heidi Sevdal legði Føroyar á odda 1-0, tá føroysku fótbóltskvinnurnar vunnu stórsigur 5-1 á Luksemborg í HM-undankappingardystinum, sum var leiktur á Tórsvølli í gjárakvøldið.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj upptøkurnar av hæddarpunktunum hjá FSF og KVF, og ikki minst frásøgnina av tí fyrsta málinum, tá frásøgukvinnan eina løtu var førd til Djúpumýru norðuri í Klaksvík.

 

- Hatta mugu tit veruliga orsaka, hatta má eg eta í meg, segði Maria Ziskason Nesá við hyggjararnar meðan føroysku kvinnurnar fegnaðust um 1-0 málið. 


Tað er rásin "Krokomime", sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.