Viðarlundin í Trongisvági verður hampað

- Sera hóskandi er at fara undir nýggja gróðurseting í næstum, soleiðis at vit kunnu hátíðarhalda 100-áradagin við einari rúgvu av nýggjum trøum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

 

- Seinastu dagarnar hevur ljóðið av motorsagum rungað í viðarlundini í Trongisvági. Kanska ikki eitt ljóð, ið fólk ynskja at hoyra í einari viðarlund, men viðhvørt kann tað gerast neyðugt.

 

Tað siga tey í Tvøroyar kommunu í dag.

 

- Farni veturin er tíverri farin sera illa við viðarlundini, sum verður 100 ár komandi ár. Nógv trø eru koppað í stormunum, sum hava verið og hava antin ligið heilt ella partvíst niðri á jørðini.

 

Víst verður á, at trø, sum ikki standa í síni náttúrligu støðu, eru vandamikil hjá fólki at ganga fram við ella undir, tí brádliga kann okkurt geva seg undir trýstinum frá tunga trænum.

 

Í Trongisvági er Skógrøkt Landsins tískil í gongd við at saga hesi trø niður.

 

- Tvey fólk frá skógrøktini eru komin suður og fáa hjálp til upprudding frá starvsfólkum hjá kommununi. At saga trø niður eftir stormskaðar er vandamikið arbeiði, og tað kemur væl við, at skógrøktin nýliga hevur sett skógteknikara í starv.

 

Í 1926 skrivaði Hedeselskabet soleiðis um viðarlundina í Trongisvági:

"I Trangisvaag har Plantningen klaret sig langt bedre end ventet, men man maa nok i Fremtiden være forberedt på en Del Ødelæggelse af Storm om Vinteren." 

 

Sæð í hesum ljósi má sigast, at viðarlundin hevur klárað seg væl síðan uppruna gróðarsetingina í 1924. 

 

- Sera hóskandi er at fara undir nýggja gróðurseting í næstum, soleiðis at vit kunnu hátíðarhalda 100-áradagin við einari rúgvu av nýggjum trøum, siga tey í Tvøroyrar kommunu.