Við Múrin kemur aftur í aftur

Sambært Facebook, so kemur festivalurin Við Múrin aftur undan kavi í 2015.

Í løtuni er tað tiltakið MíttLand, sum er í eldinum, tí komið er fram, at pengar eru horvnir, og kanska kunnu fyrireikarar ikki svara hvørjum sítt.

 

Fyri nøkrum árum síðani var tiltakið Við Múrin hildið í Kirkjubø. Men bert ta einu ferðina, tí tað vísti seg, at ikki bar til at svara hvørjum sítt.

 

Men nú verður sagt í nýggjum bólki á Facebook, nevndur Við Múrin, at tiltakið Við Múrin verður aftur komandi ár.

 

Soleiðis verður sagt: 

Við Múrin verður frá hósdegnum 2 Juli til sunnudagin 5 juli 2015, meira verður at frætta um festivalin komandi dagarnar.