Ein av minnisvarðunum í søgu setursins varð lagdur í mai í fjør, tá ið Jóannes Dalsgaard, sum tann fyrsti vardi doktararitgerð við Fróðskaparsetur Føroya. Í innganginum til ársfrágreiðingina hjá Fróðskaparsetri Føroya fyri árið í fjør sigur rektarin Jóan Pauli Joensen, at tað var tann størsta akademiska hendingin á setrinum í fjør.
Ein onnur stórhending í fjør, sum fer at hava ávirkan á yrkadagin hjá øllum føroyingum, var dagin 19. des., tá ið tað eydnaðist at fáa handritið til móðurmálsorðabókina liðugt. Bókin er farin til prentingar og kemur út í ár.
Rektarin sigur í innganginum, at nú eru fleiri fólk at velja ímillum, tá ið vísindastørv skulu setast. Men karmarnir, sum stovnurin arbeiðir undir eru ov treingir, og í løtuni er tað næstan ómøguligt at finna arbeiðsrúm til hesi fólk. Tørvur er eisini á undirvísingarhølum og setrið hevur fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikan. Trongu karmarnir á setrinum spenna eisini bein fyri áhaldandi altjóðagerð, tí arbeiðspláss eru ikki tøk til gestalærarar, sum ynskja at koma hendavegin. Tí er torført at vísa vísindaligt gestablídni. At deildirnar undir setrinum liggja so spjaddar forðar eisini fyri, at karmarnir verða brúktir til fulnar. Tíðin má vera komin hartil, at ráðandi myndugleikarnir saman við setrinum og hinum stovnunum seta sær fyri at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi sum er. Tað fer at styrkja føroyska gransking munandi móti útheiminum.
Studentaumhvørvi saknast
Studentaumhvørvið á setrinum er ikki nóg gott. Studentarnir mugu kenna ábyrgd og gera sítt til at seta lív í, so at tað umhvørvið, ið teir vara av, andar og livir, bæði í sambandi við undirvísingina og uttan um undirvísingina, tí tað eigur at vera munur á at ganga í skúla og at studera.
Setrið og stovnarnir á Debesartrøð hava gingið á odda í samskiftistøkni, og Internetið er atkomuligt hjá øllum, sum starvast á hesum stovnum. Fjarundirvísing hevur verið uppá tal og setrið er við í fyrireikandi samstarvi um fjarundirvísing enn er tó langt á mál. Virði av samskiftistøkni er lítið uttan so, at tað er nakað av týdningi at samskifta um. Formur og innihald mugu hanga saman. Uttan mun til samskiftismøguleikar ella ikki, er og verður tað tað granskingarliga og undirvísingarliga íkastið, sum vit sjálv megna at gera, sum verður avgerandi fyri, um boð verður eftir okkum ella ikki, sigur Jóan Pauli Joensen.
Ein samskiftismedarbeiðari er settur, sum fer at taka sær av upplýsingum um setrið. Tað er ymiskt, hvussu fólk gera vart við seg og hóast onkur ikki rópar so nógv, so kann hesin ella henda gera stórt og gott arbeiði á sínum starvsøki. Men tað er neyðugt, at játtandi myndugleikarnir vita, hvat teir játta peningin til, so at tað framhaldandi verður játtað við skili. Tað skal játtast so mikið, at tað veruliga fer at vera framdrift í virkseminum. Tá fáa vit mest fyri peningin. Tað er við hvørt neyðugt at halda tørn, men tað má bera til at sleppa takinum einaferð.