Victoria Wild strippar í Suðuroy í kvøld

Eitt heilt serligt kvøld er á skránni á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld, tá ið Victoria Wild, Swangah Dangah og Dj Eddy standa fyri undirhaldinum.

 

Victoria Wild gjørdist eitt kent andlit, tá ið hon strippaði í føroyska búnanum fyri tíð síðani. Síðani hevur hon verið fastur gestur í náttarlívinum í landinum, og í kvøld gongur leiðin til Tvøroyrar.

 

Swangah Dangah hitta í løtuni við Frá Bygd til Bý í útvørpunum, og á YouTube liggur eitt nú lagið Gentan er farlig, sum verður partur av nýggju fløguni hjá bólkinum, sum kemur á marknaðin í ár.

 

Rappararnir úr Svanga í Havn gjørdist vælkendir kring landið, tá ið teir í ár frumførdu á Bassalt í Havn, og á tí konsertini megnaðu at ogna sær pláss á G! pallinum 2010.

 

Dj Eddy er vælkendi diskarin Eyðfinn Drewsen, sum dagliga starvast á Rás2. Eyðfinn byrjaði sína karrieru innan hetta í 80’unum, og hevur síðani verða at hoyrt nærum hvørt vikuskiftið í eitt nú Rex, Deep og aðrastaðni.