Victoria 70 ár

Mikudagin 9. apríl fylti Victoria Jacobsen í Fuglafirði 70 ár. Hon er dóttir Henrikku og Victor Danielsen. Í 1963 giftist hon Ivani Jacobsen úr Vestmanna. Victoria og Ivan fingu 5 børn.
Victoria er frísk og røsk, og tað er ikki ov nógv sagt, at hon er eitt arbeiðsgrev. Tað ber ikki til at gita, at hon hevur rundað tey sjeyti.
Myndin er tikin føðingardagin!
Av børnunum hjá Victoriu og Ivani, er Sólrun gift Ulrik Martinussen úr Kærteminde og býr har. Randi er búsitandi í Klaksvík, gift Jákupi Biskopstøð. Jóhan doyði 18 ára gamal í ferðsluvanlukku. Victor er trúlovaður Ranvá Thorsteinsson av Tvøroyri; tey eru búsitandi í Keypmannahavn. Hans Christian gongur á sjómansskúla í Marstal á Ærø. Hann er trúlovaður gentu úr Portugál, sum eitur Malaika.
Victoria og Ivan eiga 2 ommu- og abbabørn.