Victor vann: Pengagrísur er ærumeiðandi


 

Victor Carlsen fekk viðhald í málinum um ærumeiðing móti Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðindum.

Dan Klein skal gjalda seks dagbøtur á 500 krónur, sum fara í statskassan. Harumframt skal hann lata Victori Carlsen 10.000 krónur í sakarmálskostnaði og 4.000 krónur fyri at kunngera dómin.

Dan Klein kærdi dómin til landsrættin í somu løtu, dómarin Henrik Møller var liðugur at lesa upp, so málið er ikki liðugt enn.

Dómarin metti ikki, at Dan Klein hevði prógvað síni uppáhald frá greinini í rættinum. Heldur ikki var hetta eitt mál, sum kundi metast at hava almennan áhuga. Dómarin metti tískil, at Dan Klein hevði ærumeitt Victor Carlsen.