Súni Olsen var ikki við á liðnum hjá Viborg, sum spældi seinasta superligadystin í hesi syftu. Liðið flytir nú niður í næstbestu deildina at spæla. Dysturin um vikuskiftið var á útivølli ímóti Esbjerg, og úrslitið gjørdist 2-1. Líkt var til, at Viborg hevði bjargað sær eitt stig við einum máli seint í dystinum, men tríggjar minuttir inn í yvirtíðina skoraði Esbjerg sigursmálið.