Telavarpið boðar nú frá, at hvørt kvøld, tá Champions-League dystir eru á skránni, fer Rás1 at broytast til ViasatSport. Tað vil siga, at tað altíð verður møguleiki at fylgja fleiri dystum, tá europeiska meistarakappingin er á skránni.
Týskvøldið verður tað soleiðis dysturin millum Celtic og Shahktar Donetsk, sum verður á skíggjanum, og mikukvøldið verður dysturin millum Deportivo la Coruna og Liverpool sýndur beinleiðis.
Hartil ber sjálvandi eisini til at síggja teir dystirnar, sum verða sýndir á 3+.