Viðv. kunngerðum um heimahjálp og um gjøld fyri heimahjálp

Hoyringsskriv, sum Kommunusamskipanin í dag hevur sent Almannamálaráðnum í sambandi við uppskot til kunngerðir um heimahjálp og gjøld fyri heimahjálp.

Vegna Kommunusamskipan Føroya

Heðin Mortensen
Formaður

Jóan Petur Hentze
Aðalskrivari
-----

Víst verður til uppskot til kunngerð um ávikavist heimahjálp og gjøld fyri heimahjálp, ið Almannamálaráðið í skrivi dagf. 4. januar 2010 hevur sent Kommunusamskipanini til hoyringar. Hoyringsfreistin er 14. januar 2010.
Tað er Kommunusamskipanini púra greitt, at kunngerðirnar hava einans til endamál at fáa meiri pening í landskassan, tí nakað betri tilboð til eldrarøktina er ikki talan um yvirhøvur. Hetta er ikki nakað nýtt, tí hetta sama varð gjørt í desember 2009, tá gjaldið hjá búfólkum á ellis- og røktarheimum við aðrari inntøku enn pensjón skuldu gjalda munandi meira beinleiðis til landskassan.

Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar
Í almenna orðadráttinum, sum verið hevur um hesar kunngerðir farnu dagarnar, er als ikki komið fram, at tær eisini hava fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, sum eiga og reka sambýlini.

Tá um sambýlini ræður, rinda kommunurnar nevniliga fyri:

1) høli (íløgur, rentur og avdráttur ella leiguútreiðslur),
2) mat og felagsrakstur annars, og
3) starvsfólkalønir fyri náttarvaktini, hetta svarar til umleið 1/3 av lønunum á sambýlinum.

Landið rindar fyri:

1) starvsfólkalønir um dagin, sum svarar til umleið 2/3 av lønunum.

Brúkaragjaldið uppá kr. 2.000, sum landið nú ásetir til sín sjálvs, er grundleggjandi brot á prinsippið fyri sambýlini, tí brúkararnir hava higartil goldið kommununi fyri húsaleigu, olju, el, mat og til felags útreiðslur.
Nú ásetir landið nýtt brúkaragjald uttan nakra aðra broyting ella umlegging av útreiðslubýtinum, tíansheldur betran av verandi røktartilboði.
Kommunusamskipanin undrast stórliga á hetta. Um tað yvirhøvur skal ásetast nýtt brúkaragjald, so eiga kommunurnar at fáa sín lutfalsliga part av inntøkuni. Tað merkir, at kommunurnar við sambýlum eiga at fáa 1/3 av ætlaða brúkaragjaldinum í sín part og landið 2/3, ella svarandi til lutfallið millum kostnaðin av náttarvakt og kostnaðinum av kvøld- og dagvaktum á eldrasambýlum.
Harumframt er veruleiki, at verandi gjald frá brúkarunum til kommunurnar fyri húsaleigu, olju, el, mat og felags útreiðslur er ov lágt í mun til faktisku útreiðslurnar.
Kommunusamskipanin metir heilt greitt, at nýggja brúkaragjaldið uppá kr. 2.000 um mánaðin, ið landið nú ásetir til sín sjálvs, fær stórar fíggjarligar avleiðingar fyri búfólkini. Hesar fáa aftur fíggjarligar avleiðingar við sær fyri kommunurnar, tí lítið og einki rúm verður fyri príshækkingum í húsaleiguni, so at tær svara til faktisku útreiðslurnar.

Kommunusamskipanin setir tí sum krav:

1) at inntøkan av einum møguliga nýggjum brúkaragjaldi, sum nú er í uppskoti, verður býtt eftir lutfallinum av rakstrarútreiðslunum, ið land og kommunur hava á sambýlinum,
2) at húsaleigan, sum brúkararnir rinda í dag, verður regulerað, so at hon er meira í samsvari við faktisku útreiðslurnar hjá kommununum, og
3) at nevnda regulering í húsaleiguni kemur fram um eitt møguliga nýtt brúkaragjald.

Kommunusamskipanin væntar at frætta aftur frá landsstýriskvinnuni og Almannamálaráðnum hesum viðvíkjandi og tað áðrenn, at stig verða tikin til at seta kunngerðir á økinum í verk.

Avleiðingar fyri búfólk og pensjónistarnar, ið fáa heimahjálp
Fyri búfólk á eldrasambýlum verður avleiðingin av nevndu kunngerðum, at nú skulu øll rinda eitt egingjald á kr. 2.000 um mánaðin uttan mun til, um tey hava aðra inntøku ella ikki. Tað vil siga, at talan er um eina beinleiðis skattahækking á kr. 24.000 um árið pr. búfólk, har alt skal fara í landskassan.
Størsta broytingin er tó hjá heimabúgvandi pensjónistum, har uppskotið leggur upp til, at flest øll nú skulu til at gjalda fyri veitta heimarøkt. Inntøkumarkið fyri, nær ein skal gjalda fyri heimarøktina, er fyri ein stakan pensjónist lækkað úr kr. 50.000 í kr. 1.000 um árið og fyri hjún úr kr. 75.000 niður í kr. 1.500 um árið.
Gjaldið fyri hvønn tímað er samstundis hækkað við kr. 16.
Landsstýriskvinnan hevur alment upplýst, at broytingarnar koma at geva landskassanum kr. 4,8 mió árliga, har tær kr. 4,2 mió koma frá egingjaldinum fyri búfólk á sambýlum og kr. 600.000 uppá restina.
Kommunusamskipanin ivast stórliga í hesum seinna, at tað bert verða kr. 600.000 í vinningi av at lækka inntøkumarkið niður í kr. 1.000/kr. 1.500 um árið, sum í praksis merkir, at øll skulu gjalda fyri veitta heimahjálp.
Tað er nevniliga sannroynd, at alsamt fleiri pensjónistar hava onkra inntøku umframt pensjónina, og hetta ikki bara tí, at teir framvegis eru í smávegis vinnu ella gera nyttugt samfelagsarbeiði so sum at sita próvtøkuvakt í fólkaskúlunum, skera upp grind o.líkn. Eitt nú hava allir limir hjá Havnar Arbeiðsmannafelag eina minni eftirløn. Hesi koma nú øll at gjalda fyri veitta heimarøkt.
Sum dømi kann nevnast óhjálpin kona, ið fær heimahjálp 30 tímar um mánaðin. Maðurin egnir nakrar stampar og forvinnur kr. 2.000 um árið. Avleiðingin er, at hann skal gjalda kr. 622,50 um mánaðin fyri veittu heimahjálpina til konuna. Tvs., at hann hevur eitt beinleiðis hall á kr. 5.470 um árið.
Kommunusamskipanin hevur serstakliga ilt við at trúgva, at hetta skal vera ætlanin. Brúkaragjøldini – ella hesin eykaskattur – má sum minsta krav standa mát við inntøkumarkið.
Hesi brúkaragjøld hava heldur einki sum helst samsvar við ætlanirnar í fráboðaða pensjónsreforminum um at eggja pensjónistum til at vera verandi á arbeiðsmarknaðinum. Hvar er eggjanin, tá ið sjálvur landskassin tekur alt, tey hava forvunnið og meira aftrat, úr hondunum? Var endamálið við at hava virknar pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum ikki júst at sleppa bíligari í eldrarøktarútreiðslum?
Kommunusamskipanin mælir til, at Almannamálaráðið hyggur hesi gjøld og inntøkumørkini í gjøgnum einaferð enn, og at ráðið eisini tekur eitt breiðari perspektiv við til tess at fáa samsvar millum pensjónspolitikkin og eldrarøktarpolitikkin.
Kommunsamskipanin metir harumframt ásetingina í § 8, stk. 4 um, at gjaldið verður tikið av pensjónini, innan henda verður útgoldin, verða beinleiðis ómynduggerð av pensjónistunum sum samfelagsbólki.