Dagarnir hjá sitandi samgongu eru skjótt taldir. Valskeiðið er skjótt at enda komið. Beint eftir ársskiftið skulu vit aftur til val. Afturvendandi spurningurin við hvørt val er: Hvussu gekst í farna valskeið og hvaðar ætla vit okkum í komandi valskeið 2008-12?
Samgongan 1998-2004 gekk eina oyðimarkargongd á eini “sonevndari fullveldiskós”, men umframt at kutaðar vórðu gott 300 milliónir kr. árliga av blokkstuðlinum, og at hann varð fastfrystur í krónum, hendi ikki nógv á sjálvstýrisleið – heldur øvugt. Vit naglafestu trupulleikar frá fyrst í nýtiárunum. Hetta var fyrsta valskeiðið undir nýggju stýrisskipanini og nýggja almenna bygnaðinum. Longu í samgongutíðarskeiðinum og eisini síðani hevur høvuðsfrágreiðingin til soltnu úrslitini frá 1998-2004 oftast verið, at løgmaður varð ryggleysur. Hetta hóast júst Anfinn Kallsberg er ein av royndastu politikarum, sum Føroyar hava fostrað til hendan dag.
Tey fyrstu árini í hesum samgonguskeiðinum tyktist sum um tamarhald fekst á tí kaotiska. Seinna helvt av valskeiðinum hevur tó prógvað, at kaotisku eyðkennini við landsins stýri eru ikki viknað, men vorðin sterkari. Samgongan setti sær mál at fáa Føroyar út á altjóða víðvøllin og inn á eina menningarkós fram til 2015. Umframt ein ivasaman sáttmála við Ísland og eina broytta vallóg, sum skipar Føroyar í eitt valdømi, er arvurin eftir hesa samgonguna eitt samfelag við enn týðuligari kaotiskum eyðkennum. Millum manna er vanliga frágreiðingin, at løgmaður hevur ikki nakað veruligt stevnumið. Hetta hóast Jóannes Eidesgaard fyrr hevur prógvað, at hann er millum stinnastu føroysku politikarar í nýggjari tíð.
Eitt valdømi – eitt høvi
Eg eri ein teirra, sum haldi, at royndirnar við sjey valdømum eru góðar. Nógv av tí, sum sagt hevur verið um dygdirnar við umboðum kring landið, kenni eg aftur. Men ein og hvør skipan skal røkjast og dagførast. Serliga tvey viðurskifti eru broytt seinastu árini. Annað er, at vit hava fingið eina nýggja stýrisskipan. Hitt er, at føroyskur politikur, síðani blokkstuðulin úr Danmark í 1988 avloysti endurgjaldsskipanina, er vorðin væl breiðari enn fyrr. Tíðina fyri 1988 var føroyskur politikur ein spurningur um samferðslu, fiskivinnu og mentan. Nú eru tey tungu málini sum heilsumál, almannamál, skúlamál og eisini altjóða viðurskifti, tengd upp í føroyskan politik. Og vinnumál er ikki einans ein spurningur um fiskivinnu og so eitt sindur um jarðarlóggávu – vinna er í dag ein spurningur um at skapa gróðrarlíkindi fyri eini burðardyggari vinnu í einum altjóðagjørdum heimi undir strategiskum trýsti, sum vit ikki kenna til tað áður í søguni.
Eg haldi ikki, at tey, sum hava umsitið politisku skipanina hesi seinastu 10-15 árini, hava gjørt sítt til at røkja hana. Revolvarapolitikur og gíðslatøka uttan fyrilit fyri heildini hava eyðkent hesi seinastu árini. Umboðandi eyðkennini, sum okkara forfedrar stungu út í kortið, eru vorðin maktamboð. Ynski um, at øll øki í landinum skulu koma til orðanna, er misrøkt, tí fólk ikki duga sær hógv og ikki duga at telja, hvussu stóra makt tey veruliga umboða. Uppskot hava verið frammi at bøta um hesa makt-ójavnvág, men eingin vilji hevur verið at dagføra hana – inntil løgtingsformaðurin gjørdi bart saman við einum meiriluta í løgtinginum og við makt tvingaði eitt valdømi ígjøgnum. Sjálvur haldi eg ikki, at nakar annar møguleiki var – og tey, sum knappliga sóu makt-veruleikan, kunnu takka sær sjálvum fyri gongdina. Tey røktu ikki sínar demokratisku skyldur, meðan tíð var.
Eg eri ikki ein teirra, sum rokni við, at eitt valdømi loysir grundleggjandi trupulleikarnar í føroysku stýrisskipanini. Men ein broytt vallóg kann gerast eitt høvi, har føroyskir politikarar og føroyskir veljarar kunnu broyta kós – finna eitt nýtt støði at standa á, ein nýggjan politiskan logikk.
Mítt uppskot er, at hetta høvið verður nýtt til at umhugsa trý mál av nýggjum:
Floksskipanina
Kommunuskipanina
Almenna bygnaðin
Mítt uppskot er at seta hesi trý málini ovast á dagsskránna fyri valskeiðið 2008-2012, soleiðis at vit seta okkum sum mál, at tey eru avgreidd í 2012 – helst fyrr. Hetta tí við verandi skipan vinna vit ikki framá. Við verandi kós er føroyska framleiðslan fyri hvønn borgara í 2012 umleið 70-75% av donsku framleiðsluni. Tá eru vit ikki bert í strategiskum óføri – spurningurin er, um tað yvirhøvur ber til at koma uppundan aftur.
Floksskipanin
Føroysku politisku flokkarnir hava fyri neyðini at fáa eitt betri arbeiðsumhvørvi og umsitingarligt grundarlag, til tess at vera til reiðar at taka við valdinum, tá ið teir koma í samgongu. Undir verandi skipan tekur tað fleiri vikur – viðhvørt mánaðir – at skipa samgonguna. Eru tað flokkar, sum ikki hava sitið í samgongu beint frammanundan, verða tvey tey fyrstu árini brúkt til greiningar og at finna stevið til ein ítøkiligan politik. Men tá ið hálvt valskeiðið er runnið, ber ikki til at føra politikin í verki, so tá steðgar hann upp. Veruligur politikur fær ongantíð nakra tyngd, einki momentum, sum tað verður nevnt á fremmandum máli.
Um tað merkir, at hvør politikari skal hava gjald fyri sítt umboð, um politisku flokkarnir skulu fáa eitt slíkt gjald ella um løgtingið skal hava eina umsiting tøka til alt løgtingið og hvønn flokk sær at ráða yvir, kann umhugsast. Undir hesum valstríðnum varð nevnt, at politisku flokkarnir áttu at fingið meira pening til at føra valstríð fyri. Verður hetta úrslitið um størri orka verður sett av til flokkarnar, standa vit í stað. Tí loysnin er ikki at tekna fleiri, vakrari ella stuttligari plakatir og hava betri fjølmiðlafólk í tænastu. Trupulleikin liggur í, at eingin politiskur flokkur hevur eina veruliga dagførda politiska dagsskrá, sum kann útinnast í verki, um flokkurin kemur til valdið. Loysnin er at vinna á hesum trupulleika m.a. við øktari orku til hetta endamál.
Kommunuskipanin
Tað stóra mistakið í 90-unum, sum hevur havt óhepnar fylgjur fyri restina av skipanini, var uppskotið um størri kommunueindir. Hvussu slepst burturúr hesum í dag er ilt at meta um. Eitt uppskot er rætt og slætt at sleppa málinum. Eitt annað uppskot er at skipa Føroyar í størri kommunalar eindir, men ikki at leggja fleiri uppgávur út til kommunurnar at umsita. Eitt triðja uppskot er at gera eina felags kommunala eind, eins og SEV, og fáa hesa eindina til í praksis at umsita kommunalu uppgávurnar, sum landið leggur út til kommunurnar at fyrisita. Hvør nyttan skuldi verið, er tó ilt at síggja.
Veruleikin er, at tær almennu uppgávurnar, sum land og kommunur røkja, krevja so nógv av fyrisiting og fakligum førleika, at Føroyar í síni heild hava ilt við at røkja hesar uppgávur skynsamt. Føroyar eru bert ein kommuna. At tosa um sjey ella nýggju kommunur og leggja partar av eldraøkinum, skúlaøkinum, almannaøkinum o.a. út til kommunur, er ikki í samsvari við dagsins veruleika. At tað kann vera trupult at fáa Tórshavnar kommunu at virka undir somu lóggávu, sum hinar kommunurnar, er ein annar veruleiki.
Almenna umsitingin
Tá ið tann nýggi bygnaðurin fyri landsumsitingina varð settur í verk fyri 10 árum síðani, bar til at síggja teoretiskt, at hesin bygnaðurin fór at vera kostnaðarmikil, og at hann fór ikki at standa mát við tann alt vaksandi tørv á umsiting, sum Føroyar hava fyri neyðini. Neyvan nakar í landinum kundi tó koma til hugs, at almenni bygnaðurin skuldi koma at virka so illa, sum tað hevur víst seg, har ikki-loysnir nú eru so vanligar, at vit rætt og slætt ikki hugsa um tað longur.
Vit vita nøkunlunda, hvussu ein almennur bygnaður skal vera í einum lítlum landi sum Føroyum. Men at finna eina leið frá verandi bygnaði til ein vælvirkandi bygnað er ikki lætt. Eitt uppskot kann vera at taka støði í teim frægast virkandi eindunum í bygnaðinum og byggja upp frá tí. Eitt annað uppskot kann vera at taka støði í teim frægast virkandi persónum, sum hava royndir í embætisverkinum.
Fram ímóti næsta valskeiði
Vit kunnu geva Anfinni Kallsberg ábyrgdina fyri kaotisku viðurskiftini 1998-2004. Vit kunnu geva Jóannesi Eidesgaard ábyrgdina fyri kaotisku viðurskiftuni í hesum valskeiðinum, 2004-8. Og vit kunnu geva komandi løgmanni ábyrgdina fyri kaotisku viðurskiftuni í næsta valskeiði, fram til 2012. Ella vit kunnu geva valskipanini ábyrgdina. Munurin er eingin.
Føroyski búskapurin er í dag yvirupphitaður, men vit hava at kalla onga tilflyting – tann ungdómurin, sum hevur møguleika at velja, frávelur Føroyar. Rokna vit tey, sum eru til arbeiðis í mun til tey, sum eru í arbeiðsførum aldri, hava Føroyar flest fólk í arbeiði í norðanlondum. Havandi í huga, at búskapurin harafturat er yvirupphitaður, er vert at spyrja, hví vit ikki megna at framleiða meir enn smá 80% av tí, sum væl minni partur av dønum megna at framleiða fyri hvønn borgara í landinum. Við verandi gongd verður hetta talið eini 70-75% í 2012. Hesi eyðkenni nevna vit strategiskt kyksendi. Føroyar missa áhuga – eisini millum síni egnu. Aðalendamálið í næsta valskeiði átti at verið at venda hesi gongd.
Hendan gongdin kann bert vendast við at skipa stýrisamboðini betur. Tað er ikki ein spurningur um at velja, hvørjir persónar skulu inn at stýra. Tí 33 fólkavaldir persónar eru 33 fólkavaldir persónar. Tað gevur 33 persónar, sum á ein ella annan hátt umboða alt Føroya fólk. Einki av tí, sum hent er hesi seinastu 10-15 árini fortelur mær, at føroyskir politikarar ikki eru rímiliga væl fyri. Um broytingin til eitt valdømi gevur onkra smávegis broyting í atferð er ikki avgerandi. Ein slík broyting kann eins væl vera til tað verra, sum til tað betra.
Summir bilførarar eru betri enn aðrir, men teir flestu eru ríkiliga góðir bilførarar til tess at koyra ein bil trygt frá einum stað til annað í ferðsluni. Spurningurin um ferðslutrygd er ein spurningur um ferðslulóg, vegir, frálæruskipanir, hvussu tryggir bilar eru o.s.fr.
Spurningurin um tað ber til at stýra Føroyum er spurningurin um stýrisamboðini, um embætisverkið, almennan bygnað, politisku floksamboðini, virði í almennu umsitingini (og harvið eisini um persónar) o.t. Men at broyta stýrisamboð samstundis sum ein skal røkka øðrum málum er eins trupult og at skifta stýrilið á bilinum, meðan ein koyrir frá einum stað til annað í øðrum ørindum. Tí er neyðugt, at veljarin longu áðrenn valið er greiður yvir, at ítøkiligu úrslitini fyrra part av valskeiðinum kunnu verða soltin.
At seta stýrisamboðini hægst á dagsskránna fyri næsta valskeið er neyvan eitt val – tað er helst eitt krav.
Nevnast kann hinvegin, at fleiri onnur viðurskifti tala fyri, at Føroyar kunnu gerast eitt serstakliga spennandi stað tey næstu árini, verður rímiliga skynsamt atborið.