Toftir: Hóast bæði mótvind og ælaveður, forðaði hetta ikki næmingunum og lærarum teirra at seta sær hetta sum mál.
Tey løgdu til brots av Toftum nakað út á fyrrapartin, og høvdu sum mál at røkka Statoil-støðini inni í Skálafirði 18 kilometrar seinni. Har skuldi grill standa á matarskránni.
- Vit rokna við, at túrurin fram og aftur fer at taka íalt fýra tímar, sigur Fríði Dam, sum er ein av ídnu súkklarunum.
Saman við Dánjal Jákupi Hansen vóru teir báðir fremstir millum næmingarnar, tá Sosialurin hitti teir innarlaga í Søldarfirði.
Løtu seinni komu tveir dreingir aftrat – Hans Arni Saltá og Trúgvi Hansen, og longur úti vóru hinir næmingarnir eisini á veg inn í »lovaða grillstaðið« innast á langa fjørðinum.
Túrurin millum Toftir og Skálabotn er av slíkum slagi, at tað til tíðir gongur undan og til tíðir er mótbrekka. Men huginum at súkkla bilti ikki hjá hesum fýra dreingjunum.
- Vit hava eisini súkklað av Toftum og til Gøtu, men ta ferðina tók ein lastbilur okkum út aftur til heimbygdina, greiðir Fríði frá.
Kondi’in hjá hesum ungu dreingjunum er í góðum standi, tí flestu teirra spæla fótbólt við B68.
- Nå, vit mugu fara víðari. Annars blíva vit bara kaldir, søgdu teir fýra við ein munn.









