VIRISBRØV
Felagið hevði eitt avlop eftir skatt uppá 8,7 mió kr í 2006. Tað hevði hall uppá 0,4 mió kr av vanligum rakstri, men hevði avlop av fíggjarpostum uppá 10,4 mió kr og rindar 1,3 mió kr í virðisbrævaskatti.
Góða rakstrarúrslitið er úrslit av strategiska samstarvinum við Kauphøll Íslands. Sum partur í samstarvinum keypti VMF í 2004 4,4% av Eignarhaldsfélagnum Verðbréfaþingi hf., sum átti Kauphøllina, frá íslendska fíggjarmálaráðnum fyri 1,3 mió kr. Svenska partafelagið OMX, sum rekur børsarnar í Svøríki, Danmark, Finlandi og baltisku londunum, keypti 30. november 2006 Eignarhaldsfélagið Verðbréfaþing hf. lutvíst við umbýti av partabrøvum og lutvíst við peningaútgjaldi. VMF fekk meira enn 10 mió kr í vinningi av handlinum og eigur partabrøv í OMX, sum við árslok 2006 høvdu virðið 9,5 mió kr.
Felagið samtykti á aðalfundinum at rinda 1,8 mió kr í vinningsbýti til partaeigararnar, sum svarar til 20% av partapeninginum. Part-aeigarnir eru býttir í 4 bólkar: útgevarar, íleggjarar, meklarar og myndugleikar. Stórstu partaeigararnir eru Fíggjarmálaráðið, sum eigur 44%, og Landsbanki Føroya, sum eigur 30% av partapeninginum. Hinir partaeigararnir, sum kunnu finnast í roknskapinum, eiga 25% av partapeninginum.
Á aðalfundinum vórðu Stefán Halldórsson og Tummas Eliasen afturvaldir í nevndina fyri 3 ár.