Við nakkastúttu á Landssjúkrahúsið

Klokkan 20.45 í kvøld læt Norðskálatunnilin uppaftur, eftir at eitt ferðsluóhapp hevði verið, har ein bilur, sum kom inn í tunnilin eystaru megin, rendi inn í tunnilsveggin. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at Norðskálatunnilin er opin, og at ferðslan gongur aftur sum vanligt.

- Tunnilin var stongdur í ein góðan tíma tilsamans. Tey ferðandi, sum vóru í bilinum, sum rendi inn í tunnilsveggin, vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, og fólk hjá Brandstøðin komu eftir bilinum.

Vakthavandi veit ikki við vissu at siga, um tey ferðandi í bilinum høvdu fingið nakað mein.

- Hjálparfólkini tóku allar forhondsreglur og settu nakkastúttu um hálsin á teimum ferðandi, sum altíð verður gjørt, tá bilur soleiðis rennur inn í ein tunnilsvegg, sigur vakthavandi.