Bilurin er komin koyrandi oman eftir Traðagøtu, sum er høvuðsvegurin sum gongur allan vegin frá fótbóltsvøllinum í Vika, fram við Fíggjarmálaráðnum og oman ímóti bátahylinum á Argjum.
Nakað áðrenn bilurin er komin áleið við Sandágøtu, sum er ein lítil síðuvegur, áðrenn Støðlagøtu, sum er gøtan niðan móti Verkstaðnum Vón, er bilurin farin oman av vegnum. Hann er farin tvørtur um Sandágøtu og út av vegnum. Har er hann farin ígjøgnum nakrar runnar, síðani inn í garðin ímillum ovastu og næstovastu húsini í Støðlagøtu.
Í túninum hevur hann rakt ein bil, sum stóð parkeraður har. Síðani er hann farin víðari í gjøgnum garðin út í Støðlagøtu.
Fýra fólk vóru í bilinum. Ein 17 ára gomul genta doyði á staðnum. Hinir tríggir ungu menninir í bilinum vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sluppu at kalla snikkaleysir.