Viðmerkjari: Mansfinalan verður tættari enn væntað

- Kyndil er á einum aldukambi, heldur Teitur Joensen, sum fer at viðmerkja steypafinaluna hjá monnum í dag

Finalurnar í Faxe Kondi-kappingini:

VÍF - H71 (kvinnur) klokkan 13.30 (beinleiðis á FM1)

H71 - Kyndil (menn) klokkan 16.00 (beinleiðis á FM1)

- Eg vænti at H71 vinnur, men eg vænti at tað verður tættari enn tey flestu væntað, sigur Teitur Joensen, KÍF-leikari og ítrottarviðmerkjari. Teitur Joensen verður viðmerkjari á FM1 í frásøgnini av steypafinaluni hjá monnum ímillum H71 og Kyndil klokkan 16.00

- Kyndil hevur leitað eftir spælinum og tað hevur ikki gingið so væl í landskappingina - uttan ímóti okkum sjálvandi, sigur Teitur Joensen, sum við KÍF hevur tapt tveir dystir ímóti Kyndli í ár.

- Bakkarnir hjá Kyndli hava ikki sligið til í senn, men nú hava Tummas Pauli Hanusarson, Anders Risdal og Hjalti Mohr Jacobsen funnið okkurt sum riggar, sigur viðmerkjarin, áðrenn hann trívir í nakrar lyklaleikarar.

- Hjalti er er ein ótrúliga góður spælskipari. Hann hevur so gott skil fyri spælinum, setur tað so væl upp og er so tolin. Ótrúliga umráðandi fyri Kyndil.

- Og so duga teir nú eisini betri at brúka Rógva Dal Christiansen, sum skapar øgiligt pláss til bakkarnar. Og so eru veingirnir farnir at skjóta mál.

- Og so er tað verjan sum er vorðin nógv betri. Tað tykist eitt sindur løgið at tað skuldi vera Bartal Klein Olsen sum tryggjaði verjuna, tí hann er ikki bygdur sum ímyndin av einum verjuleikara. Men tað hevur riggað, og tað er orsakað av hansara góða skili fyri hondbólti at gera.

Hjá H71 er støðan ikki heilt ólík heldur viðmerkjarin.

- Teir hava so nógvar góðar leikarar, men teir sláa ikki til í senn. Tað eru orsøkir til tess. Nógvir av profilunum hava verið skaddir í pørtum av kappingarárinum, so teir eru ongantíð komnir upp tær snúningar sum teir vilja.

- Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Peter Krogh og Hilmar Leon Jakobsen. Fýra risastórir profilar í føroysku kappingini, sum hava mist nógvar dystir, sigur Teitur Joensen, sum við KÍF hevur veitt H71 annan av tveimum ósigrum hetta kappingarárið.

- Og so er tað kanska eisini ein vansi fyri H71 at teir hava so nógvar góðar leikarar, at teir kanska ikki ordiliga vita hvør sterkasta uppstillingin er.

- Tað er sjálvandi ein styrki í heildini, men tað kann gerast ein vansi. Tú veist ikki akkurát hvørjir fara at raka dagin, og um tað er tann seinasti leikarin teir royna, so kann tað vera ov seint.

-Men teir hava eisini so góðar leikarar, so góða verju og so góðan botn í liðnum, at eg ivist ikki í, at tá ið alt kemur til alt, so toga H71-ararnir tað heim, tí teir hava so nógvar profilar og so stóra góðsku á liðnum.

- Tí vænti eg at H71 vinnur, men at Kyndil kann bjóða av. Kyndil er kanska á einum aldukambi, meðan eg kenni ikki at H71 hevur rakt sín tind enn.

- Og tað sigur eitt sindur, tí teir liggja nummar eitt í landskappingini og eru komnir í steypafinaluna, sigur Teitur Joensen áðrenn hann skal viðmerkja mansfinaluna ímillum H71 og Kyndil klokkan 16.00 á FM1